Jump to content

Sirið Stenberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sirið Stenberg
Landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum
Í embæti
1. desember 2025  13. apríl 2026
Landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum
Í embæti
10. mars 2025  1. desember 2025
Landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Í embæti
22. desember 2022  10. mars 2025
Landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum
Í embæti
14. september 2015  16. september 2019
Forkvinna í Tjóðveldi
Núverandi
Tók við starvinum
2. november 2024
Undanmaður Høgni Hoydal
Løgtingskvinna
Núverandi
Tók við starvinum
29. oktober 2011
Persónlig kunning
Fødd(ur) (1968-05-26) mai 26, 1968 (aldur 58)
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur

Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) úr Vági er føroyskur politikari. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Áðrenn hon fór í løgtingið, starvaðist hon sum heilsusystir í Suðuroynni.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hennara yrkisleið innan føroyskan politikk byrjaði, tá hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti 1. januar 2009. Hon varð afturvald í 2012 og sat í Vágs Býráð til 2016, tá hon ikki stillaði upp aftur.

Hon varð vald á Føroya Løgting á fyrsta sinni fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum í 2011 við 320 persónligum atkvøðum. Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2015 við 755 persónligum atkvøðum. Tá Tjóðveldi kom í landsstýrið, varð hon útnevnd landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum. Hon røkti landsstýrissessin alt valskeiðið.[1]

Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2019 við 493 persónligum atkvøðum, og á løgtingsvalinum í 2022 við 455 persónligum atkvøðum. Tá Tjóðveldi aftur kom í landsstýrið, varð hon útnevnd landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.[1]

Tá ið Høgni Hoydal legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi eftir at hava verið formaður í mong ár, varð hon vald til forkvinnu í Tjóðveldi 2. november 2024.

Valskeiðið frá 2022 til 2026 var heldur baldrut, og landsstýrið varð umskipað tvær ferðir. Tí var hon landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum frá mars til desember 2025 og síðani landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum frá desember 2025 til apríl 2026.

Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2026 við 567 persónligum atkvøðum.

Frítíðarítriv

[rætta | rætta wikitekst]

Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi.[2] Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági.

Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg.

  1. 1 2 "Hesi manna nýggja landsstýrið". 22. desember 2022. https://portal.fo/dagur-69698/hesi-manna-nyggja-landsstyrid.grein.
  2. "Ljomur.com, Nevndin". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-09-19. https://web.archive.org/web/20130919021307/http://ljomur.com/Nevndin.html. Heintað 2012-02-13.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið